140x140

Bakgrundsmátistøðin

Staðarlýsing

Mátistøðin er í Havnardali, altso uttanfyri bygt økið, og er tí ein bakgrundsmátistøð. Hon umboðar ein stóran part av Føroyum. Um dálking langvegis frá verður flutt loftvegis til Føroyar, kann hon helst síggjast í mátingunum her, síðan lítil og ongin staðbundin dálking er her. Og um enn eitt eldgos skuldi tikið seg upp í Íslandi, og ættin var hendavegin, kann støðin virka sum tilbúgving. Mátistøðin er ein góðan kilometur frá nærmasta høvuðsvegi.

Mátingar

Luftgóðskan her og nú 

Vilt tú vita innihaldið av NO2, SO2, PM10 ella PM2,5? Vel sjálvur niðanfyri. Eisini ber til at velja hvussu langt aftur í tíð tú vilt heinta data.

 

 

Á kortinum niðanfyri sæst hvar hendan mátistøðin er.

 

Vilt tú vita meira um luftkanningarnar, so ring til Rakul Mortensen, tlf 234374, ella send ein teldupost til rakulm@us.fo

 

Bakgrundsmátistøðin